Filmur: Fullkomnir dagar

Dagur:
Týsdag 2. apríl 2024 19:00
Staður:
Løkshøll

KEYP

Fullkomnir dagar

Hirayama arbeiðir sum vesivaskari í Tokyo. Hann tykist nøgdur við einfalda lívið. Gerandisdagurin er væl skipaður og í frítíðini dámar honum væl at brúka tíð uppá áhugamálini at lurta eftir tónleiki á kasettubandi og lesa slitnar pappírsbøkur. Og so hevur hann ein serligan alsk fyri trøum og tekur myndir av teimum. So við og við verður hansara fortíð avdúkað umvegis eina røð av tilvildarligum persónum, sum hann rennir seg í og vit byrja at síggja orsøkirnar fyri, hví tað einfalda lívið sær út til at geva honum slíkt nøgdsemi.

Ummælari hevur sagt um filmin, at hann er 'ein djúpt rørandi og poetisk lýsing av tí vakra í gerandisdegnum og tí serstaka í einstaka menniskjanum"

Filmurin er leikstjórnaður av týska leikstjóranum Wim Wenders, sum fekk altjóða viðurkenning fyri filmin 'Wings of Desire (1987), og síðani hevur fingið fleiri Oscar tilnevningar.  

Sí trailara her

Deil tiltakið

Filmur: Fullkomnir dagar

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
223010
[email protected]
www.loksholl.fo
V-tal: 345210