Jólakonsert við Tórfríð og bólki í missiónshúsinum Libanon
- Dagur:
- Leygardag 16. desember 2023 16:00
- Staður:
- Missiónshúsið Libanon í Sørvági
KEYP
Jólakonsert við Tórfríð og bólki í missiónshúsinum Libanon
Leygardagin 16. des. kl. 16 verður ein hugnalig og spennandi jólakonsert í missiónshúsinum Libanon í Sørvági.
Í fleiri ár hevur Tórfríð Tavsen havt jólakonsertir í Sørvágs kirkju ella í Missiónshúsinum í Sørvági, og í ár er einki undantak.
Skráin er fjølbroytt – inniligt, lívligt, útlendskt, føroyskt, lænt og egið, sum t.d. “Hin náttin” og “Størsta gávan”, sum hava verið at hoyrt ofta á jólum, síðani teir vóru givnir út.
Við í bólkinum eru:
Henning Hjalt Nicodemussen: Trummur
Eyðun Johannesen: Bass
Ingmar Mikkelsen: Klaver
Bjarni Jøkladal: Gittar
Umframt kór.
Aftaná bjóða vit drekkamunn.
Tiltakið er ókeypis.
Høvi verður tó at lata gávu til vælgerandi endamál.
Vælkomin á jólakonsert í missiónshúsinum Libanon í Sørvági 16. des. kl. 16.
Deil tiltakið

Fyriskipari
Tórfríð Tavsen og Missiónshúsið Libanon
Traðarbrekka 28
380 Sørvágur
+298212800
[email protected]