SSP Kveikingardagurin
- Dagur:
- Hósdagin 1. februar 2024 kl. 9.00 - 16.00
- Staður:
- Hotel Føroyar
KEYP
Kveikingardagurin 2024: Foreldur og familjan
Kveikingardagurin er dagurin, har vit hittast tvørtur um geirar við tí máli, at vit í felag kunnu gera okkara til, at børn og ung trívast í Føroyum.
Dagurin er ætlaður starvsfólkum á barna- og ungdómsøkjunum, politikarum og øðrum áhugaðum.
Evnið er “foreldur og familjan”, har vit seta sjóneykuna á ymsu pallarnar, ið børn og ung ferðast á. Eisini viðgera vit onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á familjulív, umstøður og trivnað hjá okkara børnum.
Vit taka støði í hugtakinum, “It takes a village to raise a child”. Hetta skal skiljast á tann hátt, at vit øll hava eina ábyrgd at geva okkara íkast til uppbyggjandi og rúmandi felagsskapir fyri at tryggja trivnaðin hjá øllum okkara børnum og ungum.
Kveikingardagurin hevur sum ein roynd seinastu tvey árini verið skipaðar sum fleiri kveikingardagar í nærumhvørvinum kring landið. í 2024 er ynski um, at starvsfólk úr øllum Føroyum aftur hittast tvørtur um geirar og fakøki, til tess at styrkja fakliga netverkið. Málið er at birta uppundir nýggjan íblástur at hava við okkum á leiðini.
Skráin fevnir um barnalív frá byrjan og upp til ungdómsárini, talgilda heimin, felagsskapir og neyðug samstørv.
Fyrilestrar:
- Nútímans uppalingarhættir og ávirkan á atferð og menning. Hvussu sæst tað innan dagstovnaøkið og við skúlabyrjan? Rikke Yde Tordrup, kliniskur barna- og ungdómssálarfrøðingur og rithøvundur
- Saman um barnið, verkætlanin. Samstarv ímillum Vága og Sørvágs kommunu, umboð úr verkætlanartoyminum.
- Sálarheilsan hjá ungum føroyingum. v/ Anniku Helgadóttir Davidsen frá Fróðskaparsetur Føroya og Monika Mohr úr Fólkaheilsustýrinum.
- Talgildir felagsskapir og miðlar, gaming og kynsnormar. Hvat eiga foreldur at vita? v/Emil Ludvigsen, KT-serkønur innan talgildar felagsskapir og gaming, Center for Digital pædagogik
- SSP-samstarvið, skúlar og foreldrasamstarv. Kriminalitetsfyribyrging snýr seg um, at børn og ung hava eitt trygt og gott lív, við góðum felagsskapum. Lokalsamfelagið er góður stuðul til júst tað. v/ Benny Husted, brotsfrøðingur, SSP-konsulentur og formaður í SSP-Samrådet
- Betra um samband og samskifti millum foreldur til frama fyri barnið. v/ Vígdis Skorheim, MEA-húsið fyri familjumenning
Dagurin verður hósdagin 1. februar 2024 á Hotel Føroyum.
Skráseting og morgunmatur klokkan 8.00 – 9.00
Miðmáli, morgunmatur, munnbitar og drekkamuður er íroknað.
Kostnaður 475 kr. íroknað avgreiðslugjald. Keyp atgongumerki á atgongumerki.fo
Deil tiltakið

Fyriskipari
SSP Ráðgevingin
RC effersøesgøta 26
100 Tórshavn
30 24 80
[email protected]
www.ssp.fo