Jógvan Hansen: Føðingardagskonsert
- Dagur:
- Hósdag 28. desember 2023 21:00
- Staður:
- Varpið, Klaksvík
KEYP
Í sambandi við at Jógvan Hansen verður 45 ár 28. Desembur 2023 verður konsert í nýggja stásiliga Varpinum í Klaksvík.
Hvör kennur ikki løgini Hon er omma mín, Bilurin hjá okkum, Rooftop, Tú nart við hjartað á mær og fleiri onnur.
Jógvan Hansen er føddur og uppvaksin í Klaksvík, og hevur seinastu 19 árini búð í Íslandi, har hann hevur sítt dagliga yrki sum tónleikari og undirhaldari. Yrkisleiðin innan tónleikin byrjaði í heimbýnum Klaksvík, tá Jógvan, sum 15 ára gamal í tufflum og við hvítum frunti, trein á pall sum forsangari í klaksvíksbólkinum Aria miðskeiðis í ´90unum. Eftir hetta var Jógvan við í nógvum kendum verkætlanum -alt frá stuttligu barnasangunum hjá Kulum Rótum til X-Factor og Eurovision í íslendskum sjónvarpi.
Hendan føðingardagskonsertin verður ein veitsla við einum góðum blandi av øllum tí besta, vit kenna Jógvan frá, og eisini verður okkurt spildurnýtt at hoyra. Við sær hevur Jógvan nakrar av bestu føroysku tónleikarunum. Á pallin trýna eisini skaldið og sysknabarnið Hans Hjalti Skaale og vinmaðurin og sangúrmælingurin Friðrik Ómar Hjörleifsson.
Deil tiltakið

Fyriskipari
VARPIÐ
Klaksvíksvegur 2
700 Klaksvík
Telefon +298 220 780
[email protected]
www.varpid.fo
V-tal: 595373