Jóanes Nielsen 70 ár
- Dagur:
- Mikudag 5. apríl 2023 19:00
- Staður:
- Løkshøll
KEYP
Jóanes 70
Mikudagin 5. apríl hevur mæta skaldið Jóanes Nielsen 70 ára føðingardag, og hendan føðingardagin ynskja vit at hátíðarhalda.
Í ár eru tað eisini 45 ár síðan, at Jóanes á fyrsta sinni trein inn á føroyska bókmentapallin við fyrsta yrkingasavninum, - Trettandi mánaðin. Síðan tá eru 10 onnur yrkingasøvn, 7 skaldsøgur, 4 leikrit, 2 greinasøvn og 1 stuttsøgusavn komin út. Hann er ein av virknastu høvundum okkara, millum spískastu pennarnar og ein týðandi rødd í samtíðini.
Mikukvøldið 5. apríl kl. 19 verður føðingardagurin hátíðarhildin í Løkshøll við røðum, orðum, tónum, leiki, og filmi, og afturvið verður okkurt gott til góman.
Ókeypis atgongd. Melda til á atgongumerki.fo ella loksholl.fo
Hjartaliga vælkomin
Løkshøll í samstarvi við Rithøvundafelagið og Tjóðpall Føroya
Deil tiltakið

Fyriskipari
Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
417000
[email protected]
www.loksholl.fo