Barnakonsert við Sigurd Barrett & Føroya Symfoniorkestri
- Dagur:
- Sunnudag 16. apríl 2023 15:00
- Staður:
- Løkshøll
KEYP
Barnakonsert við Sigurd Barrett og Føroya Symfoniorkestri
Sigurd og symfoniorkestrið framføra søguna ”Verðins besta ljóðføri”.
Kendi danski klaverleikarin, undirhaldarin og sjónvarpsverturin Sigurd Barrett spælir barnakonsertir saman við Føroya Symfoniokestri sunnudagin 16. apríl kl. 15.00 í Løkshøll.
Sigurd Barrett er kendur fyri sínar barnabøkur og sjónvarpssendingar fyri børn og hevur fingið stóra viðurkenningar fyri sítt arbeiðið, m.a. ”Danmarks Radios Symfoniorkesters ærespris”, ”Den folkelige sangs pris” og ”Årets Børnebog.
Saman við symfoniorkestrinum fer Sigurd at syngja og spæla kendar sangir, og fortelja nýggju søguna um ”Verðins besta ljóðføri". Søguna skrivaði hann, tá hann var og ferðaðist í Føroyum. Súsanna Tórgarð hevur týtt søguna til føroyskt.
Sigurd og symfoniorkestrið gleða seg til eina fantastiska løtu saman við børnunum. Dirigentur er Bernharður Wilkinson.
Kostnaður: Vaksin 150 kr., børn 50 kr.
Deil tiltakið

Fyriskipari
Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
417000
[email protected]
www.loksholl.fo