Konsert við Atla Ellendersen & Johannes Andreasen
- Dagur:
- Hósdag 27. juni 2024 20:00
- Staður:
- Mentanarhúsið
KEYP
Spennandi Konsert, við verkum eftir Johannes Brahms, Kristian Blak, Harry Crowl, Andras Atlasyni.
Jóhannes Andreasen lærdi sum smádrongur klaverspæl hjá Rigmor Restorff í Havn og tók seinni útbúgving á Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien. Umframt at vera í fremstu røð sum klaverleikari hevur Jóhannes m. a. verið virkin sum klaverlærari, teorilærari, útvarpsvertur og kórleiðari.
Atli Ellendersen hevur lært violinspæl hjá Arne Svendsen í Danmark og hjá Prof. Max Rostal í Sveis. Hann tók Bachelor í violinspæli umframt Master og PhD í tónlistafrøði í Brasil. Hann hevur verið virkin í ymiskum orkestrum, m.a. sum konsertmeistari og listarliður leiðari.
Deil tiltakið

Fyriskipari
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
+298 238070
[email protected]fo
www.mh.fo