Faroe Express Stafettin

Dagur:
Leygardagin 26. august
Staður:
Bragdið - Faroe Express

KEYP

Faroe Express Stafettin

Kom við á Føroya størstu og einastu stafettrenning!

Tak stafettina og starvsfelagan í hondina og melda til longu nú á www.atgongumerki.fo.

Við íblástri frá størstu motiónsrenning í heiminum, DHL Stafettini, verður stafettrenning á havnarlagnum í Havn leygardagin 26. august kl. 16.

Faroe Express Stafettin er ein stuttleikakapping fyri arbeiðspláss og vinarbólkar. Ger ein óføran og øðrvísi dag saman við teimum, tú hevur gott stev við á arbeiðsplássinum ella í heila tikið.

Havnarlagið í Havn verður á tremur við virksemi, tónleiki, kappingum, vinningum, mati og drekka. Eitt upplagt høvi til ein góðan dag og eitt gott kvøld í býnum.

Aftaná Faroe Express Stafettina verður skipað fyri forvitnisligum afterparty í Gráa Pakkhúsið.

Pakkhúsið verður umskipað til eitt streetfood øki, har møguleiki verður at keypa okkurt gott til matna og okkurt leskiligt at sløkkja tostan við. 

Finn saman við øðrum á arbeiðsplássinum og ger ein hugnaligan starvsfólkadag burturúr. Melda til Faroe Express Stafettina nú – og set tíð av til afterparty aftaná.

Við at luttaka stuðla tit samstundis barna- og ungdómsarbeiði hjá Bragdinum.

Seinasta freist at melda til er 16. august.

Deil tiltakið

Faroe Express Stafettin

Fyriskipari

Bragdið
100 Tórshavn
http://bragdid.fo