Konsert við Una Debess & the Tomcats í Gamla skúla

Dagur:
Leygardag 22. apríl 2023 20:00
Staður:
Gamli skúli í Sørvági

KEYP

Konsert við Una Debess & The Tomcats

Uni Debess hevur slitið nógv av sínum barnaskóm á Kelduni í Sørvági. Nú fer Uni saman viđ bólki aftur til Sørvágs at framføra í Gamla skúla 22. apríl kl. 20.
Bólkurin fer at framføra væl svingandi løg, so sum Sugar Mama, The Well, Life Is a Picture, Crossroad Blues og I'm Gone, fyri at nevna nøkur. Eisini verður møguleiki at hoyra nøkur nýggj løg.
Uni Debes & The Tomcats hevur nógv ár á baki, og hevur ferðast nógv, bæði uttanlands og í Føroyum. Uni hevur givið 12 heildarútgávur út, og ein nýggj er á veg.

Tit kunnu gleða tykkum til eina væl svingandi, dynamiska og nærlagda framførslu, har góður stemningur er í hásæti. 

Uni Debess & The Tomcats:
Uni Debess - sang, gittar
Edvard N. Debess - bass, kór
Finnur Hansen - orgul, kór
Rógvi á Rógvu - trummur

Dyrnar lata upp kl. 19.30.

Í steðginum er møguligt at keypa ymiskt frá Pollastovu.

Deil tiltakið

Konsert við Una Debess & the Tomcats í Gamla skúla

Fyriskipari

Gamli skúli
Skúlabrekkan 4
380 Sørvágur
212800
[email protected]
fb.com/gamliskuli