Tim Christensen
- Dagur:
- Fríggjadag 5. mai 2023 20:00-22:00
- Staður:
- Mentanarhúsið í Fuglafirði
KEYP
Tim Christensen til Føroya í mai
Tað er 10 ár síðani Tim Christensen, forsangari í Dizzy Mizz Lizzy, hevði solokonsert í Føroyum, men nú sleppa vit at uppliva hann aftur í mai mánaða komandi ár. Tim Christensen kemur at spæla 2 solo sitikonsertir í Føroyum í 2023, eina í Norðurlandahúsinum hóskvøldið tann 4. mai og eina í Mentanarhúsinum fríggjakvøldið tann 5. mai. Atgongumerki fáast á nlh.fo og á atgongumerki.fo
Tim Christensen er ein av mest markantu tónleikarunum í nýggjari danskari rokksøgu – fyrst sum frontmaður í stóra danska 90’ara rokkbólkinum, Dizzy Mizz Lizzy, og síðani sum sera væl dámdur solotónleikari. Solokarrieran varð skotin væl í gongd við útgávuni ”Secrets on Parade” í 2000, har m.a. ”Love is a matter of” seldi á leið 70.000 eindir. Eisini ”Right next to the right one” frá sjónvarpsrøðuni ”Nikolaj og Julie” frá 2002 gjørdi nakað gott við solokarrieruna hjá Tim Christensen. Síðani tá hevur hann útgivið tríggjar útgávur, har tann seinasta útgávan var framleidd í tøttum samstarvið við fasta backingband’ið, The Damn Crystals.
Deil tiltakið

Fyriskipari
Hugnaløtur
v/Ólavur Larsen
Tel. +298 504444
[email protected]