Konsert við Plúmm

Dagur:
Leygardag 8. oktober 2022 20:00
Staður:
Mentanarhúsið

KEYP


Bólkurin Plúmm varð stovnaður í 1984. 

Hann hevur virkað bæði sum sjálvstøðugur bólkur og spælt undir hjá øðrum innan fleiri sjangrur - rock, popp og jazz. Best kent er helst samstarvið við Terja Rasmussen “Terji & Føstufressar” frá 1990 og “Tvey” frá 2011. Nevnast kunnu eisini ungdómshittið “Stjørnuskot” frá 1985 og Allar Ættir við Holger Laumann frá 1991. Seinasta útgávan “Catch” hjá Plúmm kom út í 2019 beint fyri koronustongsilin. Í fjør spældi bólkurin eina væl eydnaða og útselda konsert í Mentanarhúsinum. Nú ber aftur til at hoyra Plúmm í Mentanarhúsinum leygarkvøldið 8. oktober. 
Teir, ið manna bólkin hetta kvøldið, eru: Magnus Johannesen (keyboards), Arnold Ludvig (bass), Johan Hentze (trompet), Rógvi á Rógvu (trummur/slagverk) og Leivur Thomsen (guitar).

Deil tiltakið

Konsert við Plúmm

Fyriskipari

Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
+298 238070
[email protected]r.fo
www.mh.fo