SUÐURLJÓÐ – stovukonsertir í Trongisvági
- Dagur:
- Leygardag 27. august 2022 19:00
- Staður:
- Trongisvágur
KEYP
SUÐURLJÓÐ – stovukonsertir í Trongisvági
Leygardagin 27. aug., lata trongisvágsingar dyrnar upp heima hjá sær sjálvum at hava Suðurljóð - stovukonsertir.
Suðurljóð er heitið á tiltakinum, har smærri bólkar og einstaklingar fara at hava tónleikaframførslur heima hjá privatfólki í Fornarætt í Trongisvági.
Suðuroyingar, sum heild, eru kendir fyri sítt gestablíða og skemtingarsama lyndi. Saman við góðum tónleiki verður hetta eitt gott høvi at uppliva Trongisvág frá síni bestu síðu.
Umleið 18 stovukonsertir verða hildnar í 9 ymsum stovum frá klokkan 19:00 til klokkan 23:00.
Deil tiltakið

Fyriskipari
Áhugabólkurin Suðurljóð
826 Trongisvágur
[email protected]