Ókeypis skeið í, hvussu vit hjálpa børnum, sum syrgja

Dagur:
Hósdag 29. september 2022 09:00 til 15:30 - Skeiðið er ætlað teimum, sum í sínum dagliga yrki eru um børn undir skúlaaldur
Staður:
Løkshøll, Runavík

KEYP

Skeiðið er ætlað námsfrøðingum, hjálparfólkum, heilsufrøðingum, sálarfrøðingum og øðrum, sum í sínum dagliga yrki eru um børn undir skúlaaldur og er við ábiti í steðgunum.

Hvørt ár uppliva fleiri børn, at foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Tá ið álvarslig sjúka ella deyði rakar, kemur nógvur ótti og ótryggleiki inn í lívið hjá teim avvarðandi, eisini hjá børnunum. Ein stórur partur av gerandisdegnum hjá børnunum er í barnagarði ella skúla, og starvsfólkini á hesum stovnum kunnu gera stóran mun og skapa eitt dygdargott trygdarnet fyri børnini. Tí hava Krabbameinsfelagið og Undirvísingarstýrið tikið stig til eitt skeið um, hvussu vit hjálpa børnum, sum syrgja.

Sorg er ikki ein sjúka, men ógvislig lívskor hjá okkum menniskjum. Vit vaksnu eru sum heild betur brynjað at handfara sorg, men børnini hava ein serligan tørv, tá ið foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Vit vita, at sorg og einsemi ganga ofta hond í hond, og nógv børn kenna seg standa einsamøll í sorgini. Tað er týðandi, at tað verður handlað skjótt og væl, tí seinárin av sorg geva børnunum enn fleiri trupulleikar at dragast við. Skeiðið skal tí styrkja førleikarnar hjá starvsfólkunum at fáa eyga á sorgarmynstur og atburð hjá børnum, ið eru rakt av sorg, soleiðis at tey kunnu traðka til og veita hjálp beinanvegin.

Skeiðsleiðari er Per Bøge, barna- og ungdómsleiðari í Kræftens Bekæmpelse í Danmark. Eisini fer Mirjam Johannesen, leiðari fyri dagstovnin Sólareygað hjá Tórshavnar Kommunu at greiða frá, hvussu tey hava arbeitt við sorgartilbúgving.

Evni á skeiðinum:

  • Hvussu nógv børn snýr tað seg um í Føroyum (og í Danmark)?
  • Tá ið lítil børn syrgja. Hvussu vísa tey tað og nær?
  • Hvørjar trupulleikar fáa børn, tá ið onkur av teirra næstu hevur álvarsliga sjúku at dragast við ella tá ið tey missa ein av sínum næstu?
  • Hvussu hjálpa vit í roynd og veru best børnum, sum syrgja?
  • Tann trupla samrøðan við børn, sum syrgja. Um málið sum amboð og hvønn týdning málið hevur.
  • Hvør er okkara leiklutur? Um at tora og at vísa kenslur.
  • Viðurkenning. Hví duga námsfrøðingar eina best at hjálpa børnum, sum syrgja?
  • Hvussu stuðla og hjálpa vit hvør øðrum best sum starvsfelagar, tá ið vit eru í truplum støðum?
  • Foreldrasamstarv. Hvussu, nær og hvussu nógv?
  • Hvussu kunnu hini børnini lætta um hjá tí barninum, sum syrgir?
  • Sorgartilbúgvingin hjá stovninum – er tykkara tilbúgving í góðari venjing?
  • Sorgástøði. Tvíbreytamyndilin: Áhaldandi sorg – trupul sorg.

Deil tiltakið

Ókeypis skeið í, hvussu vit hjálpa børnum, sum syrgja

Fyriskipari

Krabbameinsfelagið
Grønlandsvegur 58
Postboks 1216
110 Tórshavn
Telefon +298 31 79 59
[email protected]
www.krabbamein.fo