Ókeypis fyrilestur - Hvussu hjálpa vit børnum, sum syrgja?

Dagur:
Mánadag 26. september 2022 19:00-21:30
Staður:
Norðurlandahúsið

KEYP

Tá ið børn uppliva, at onkur í nærmastu familjuni er álvarsliga sjúkur ella doyr, ræður um at hava í huga, at mátin, barnið syrgir uppá, botnar í, at tað ikki bara er ein avvarðandi hjá barninum sum er deyður ella er álvarsliga sjúkur, men at tað harumframt eisini eru lívskorini hjá barninum, sum eru kollveltandi broytt.

Barnið hevur tørv á hjálp frá teim vaksnu, so tað megnar broyttu lívskorini, sama hvat orsøkin til sjúkuna ella deyðan er, ella hvussu ógvuslig støðan er. Men tá ið sorgarleikurin rakar – og tað hendir tíanverri nógv oftari, enn vit brýggja okkum um at hugsa um – tá kunnu vit ikki longur bara lata ábyrgdina fyri trivnaðin hjá barninum upp í hendurnar á foreldrunum og teimum avvarðandi. Fleiri mugu hjálpa til.

Soleiðis, sum vit hava innrættað samfelagið í dag, eiga vit eisini at hugsa um at inndraga tey vaksnu, sum frá mánadag til fríggjadag eru um barnið í dagtímunum - ofta í nógv størri mun enn foreldrini sjálvi. T.v.s. námsfrøðingar, hjálparfólk, lærarar, heilsustarvsfólk, sálarfrøðingar, sosialráðgevar, prestar og starvsfólk í frítíðartilboðum. Umframt onnur avvarðandi sum eru rundanum barnið.  Øll hesi kunnu hava ein týðandi leiklut í at tryggja, at barnið kemur trygt ígjøgnum barnaárini hóast sorg, sakn og pínu.

Fyrilesturin tann 26. september varpar ljós á, hvussu tú kanst vera ein góður hjálpari, tá ið tú sum vaksin kemur í samband við eitt barn, sum syrgir. Fyrilestrarhaldari er Per Bøge barna- og ungdómsleiðari hjá Kræftens Bekæmpelse.

Fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 26. september kl. 19.00 – 21.30, steðgur verður miðskeiðis i fyrilestrinum.

Deil tiltakið

Ókeypis fyrilestur - Hvussu hjálpa vit børnum, sum syrgja?

Fyriskipari

Krabbameinsfelagið
Grønlandsvegur 58
Postboks 1216
110 Tórshavn
Telefon +298 31 79 59
[email protected]
www.krabbamein.fo