Knívahvessingarverkstova

Dagur:
Leygardag 28. mai 2022
Staður:

KEYP

Vel fimm knívar íroknað ein breyðknív við tonnum!  Pakka teir trygt og kom til Sands og lær saman við øðrum at brýna tínar egnu knívar undir kønari hond av Høgna E. Hansen aka. Hvassihøgni, ið elskar at telgja, skera ymiskt matligt og hevur verið skóti nærum alt lívið. 

Frálæran og hvessingin á leygardagsverkstovuni fer fram uttan el tól, men á góðan, gamlan og snildan hátt. Heim við tær fært tú kunnleika, gullkorn og vitan um hvussu tú kanst ansa knívum tínum best framyvir, og knívar tínir verða hvassari enn nakrantíð. 

Vit enda dagin við at njóta eina góða felagsmáltíð, har vit brúka ein av nýhvestu knívunum til at skera okkum ígjøgnum máltíðina.  

Á verkstovuni fara vit millum annað at: 

  • Læra at hvessa knívar á bestan hátt og hoyra um hvussu vit best fara um knívar okkara
  • Hvessa fimm útvaldar knívar

  • Njóta eina knívakrevjandi máltíð, har knívurin er snúningspunktið til máltíðina

Undirvísari: Høgni E. Hansen

Dato: 28. mai

Tíðspunkt: kl. 10:30 - 15:30

Støði: Verkstova

Longd: 5 tímar

Næmingatal: Í mesta lagið 14 næmingar

Upptøkutreytir: Øll vaksin eru vælkomin.

Prísur: 1000 kr pr. persón. (Við í prísinum er skeiðsluttøka, undirvísing, vøkur náttúra, lekkur staðbundin matur og deiligt kaffi.) 

Sí annars heimasíðuna: www.moldmentan.fo

Deil tiltakið

Knívahvessingarverkstova

Fyriskipari

Háskúlin á Sandi
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
787200
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/