Dupult konsert: Garpar og Strámenn!

Dagur:
Hósdag 26. mai 2022 20:00
Staður:
Gamli skúli í Sørvági

So er seinasta konsertin áðrenn summarsteðgin á skránni í Gamla skúla í Sørvági. Og talan er um forkunnuga dupult-konsert!
Tað eru nevniliga vágabólkarnir Garpar og Strámenn, ið koma at framføra - bæði hvør sær, men eisini saman.

Garpar er ein nýggjur sangbólkur við 9 tilkomnum monnum úr Vágum, ið hava vant saman í vetur. Orsøkin til, at teir fóru undir venjingarnar, var fyri at hava nakrar góðar, sosialar og stuttligar løtur saman, og
fyri at syngja jaligar føroyskar og útlendskar sangir. Onkrar av sangunum teir syngja, hava teir sjálvir sett orð til.

Strámenn hava nøkur ár á baki. Teir spældu fyrstu ferð á Country festivalinum í 2016 sum 4-manna bólkur. Gjøgnum árini er lagst afturat, og telur bólkurin nú 10 fólk, meir ella minni - 8 menn og 2 kvinnur.
Limirnir í Strámonnum eru glaðir amatørar, sum hittast einaferð um vikuna at spæla alt ímillum himmal og jørð: country, fólkaløg, bluegrass og popp. Eisini eru nøkur sálmaløg partur av spæliskránni, umframt egin løg.

Hetta verður sera spennandi, so verið vælkomin í Gamla skúla í Sørvági 26. mai kl 20:00.

Deil tiltakið

Dupult konsert: Garpar og Strámenn!

Fyriskipari

Gamli skúli
Skúlabrekkan 4
380 Sørvágur
212800
[email protected]
fb.com/gamliskuli