Lykkenborg

Dagur:
Mánadag 6. juni 2022 19:00
Staður:
Mentanarhúsið

KEYP

Lykkenborg á leikpallin

Leikurin snýr seg eisini um tíðarskeiðið, tá ið Pól Jóhannus varð sendur einsamallur til Danmarkar á Rødbygård, ein av mongu ótespiligu stovnunum undir "Åndssvageforsorgen". 

Talan er um ein minimalistiskan intimleik, har øll søgan fer fram beint fyri nøsini á teimum áleið fimmti persónunum, ið sleppa inn til hvørja sýning. Tað er Búi Dam, sum hevur skrivað leikritið og leikstjórnar. Kristina Sørensen Ougaard spælir allar leiklutirnar á palli, og Dánjal á Neystabø er tónasmiður og hevur ljóðmyndina um hendi. Pallmyndina hevur Sámal Blak sniðgivið og Súni Joensen ger ljósmyndina. Búi Rouch er koreografur og hjálparleikstjóri, og Urd Johannesen er framleiðari.

Um verkætlanina sigur Kristina Sørensen Ougaard: “Búi og eg hava gjørt eina rúgvu av kanningararbeiði. Vit hava lisið um tíðina og samfelagið, sum Pól Jóhannus var partur av og tosað við heimildarfólk í Miðvági. Hesa vitanina hava vit blandað saman við ein fiktivan heim."

Búi leggur aftrat: "Søgurnar um Lykkenborg og listamannin Pól Jóhannus Poulsen eru nógvar í tali, og fleiri teirra eru rættiliga ótrúligar. Tí hava vit hava valt at skapa eina søgu, sum er ein samanrenning av veruleika og fiktión."

Eftir frumsýningina í Listastovuni í Miðvági 1. juni verða nakrar sýningar afturat í Miðvági og síðani í Fuglafirði. Síðst í juni og fyrst í juli fer leikurin eftir ætlan til Klaksvíkar, Tvøroyri og Runavíkar, og beint eftir ólavsøku verður leikurin framførdur í Tórshavn.

Atgongumerki eru at fáa á heimasíðuni atgongumerki.fo

Deil tiltakið

Lykkenborg

Fyriskipari

Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
+298 238070
[email protected]
www.mh.fo