Lykkenborg

Dagur:
Hóskvøld 2. juni kl. 19.00
Staður:
Miðvágur

Lykkenborg á leikpallin

Lykkenborg er heiti á nýskrivaðum leikverki, sum leikbólkurin Det Ferösche Compagnie hevur arbeitt við í nøkur ár. Mikukvøldið 1. juni kl. 19.00 verður leikurin frumsýndur í Listastovuni í Miðvági.

Lykkenborg er søgan um ein føroyskan original. Leikurin er skrivaður við íblástri úr lívinum hjá Pól Jóhannus Poulsen, eyknevndur Lykken, sum vaks upp úti á bygd í fiskivinnusamfelagnum. Hann var ikki sum hini. Hugur hansara var øðrvísi og heldi ímóti listaligum arbeiði. Søgan er um, hvussu hann treiskaðist og, ímóti øllum brøgdum, megnaði at byggja listaverkið Lykkenborg - eina villiniborg, sum var so stór í vavi, at tann, ið sá hana, misti ondina, og so fløkjalig, at tað segðist, at tann, ið hættaði sær at fara inn í hana, kom ongantíð út aftur.

Leikurin snýr seg eisini um tíðarskeiðið, tá ið Pól Jóhannus varð sendur einsamallur til Danmarkar á Rødbygård, ein av mongu ótespiligu stovnunum undir "Åndssvageforsorgen". 

Endamálið við at siga søguna um Pól Jóhannus Poulsen er at fáa listamannin ritaðan inn í listasøgu Føroya, og fáa Lykkenborg, stórverk hansara, endurreist sum tað týdningarmikla listaverkið tað var.

Talan er um ein minimalistiskan intimleik, har øll søgan fer fram beint fyri nøsini á teimum áleið fimmti persónunum, ið sleppa inn til hvørja sýning. Tað er Búi Dam, sum hevur skrivað leikritið og leikstjórnar. Kristina Sørensen Ougaard spælir allar leiklutirnar á palli, og Dánjal á Neystabø er tónasmiður og hevur ljóðmyndina um hendi. Pallmyndina hevur Sámal Blak sniðgivið. Búi Rouch er koreografur og hjálparleikstjóri, og Urd Johannesen er framleiðari.

Um verkætlanina sigur Kristina Sørensen Ougaard: “Búi og eg hava gjørt eina rúgvu av kanningararbeiði. Vit hava lisið um tíðina og samfelagið, sum Pól Jóhannus var partur av og tosað við heimildarfólk í Miðvági. Hesa vitanina hava vit blandað saman við ein fiktivan heim."

Búi leggur aftrat: "Søgurnar um Lykkenborg og listamannin Pól Jóhannus Poulsen eru nógvar í tali, og fleiri teirra eru rættiliga ótrúligar. Tí hava vit hava valt at skapa eina søgu, sum er ein samanrenning av veruleika og fiktión."

Eftir frumsýningina í Listastovuni í Miðvági 1. juni verða nakrar sýningar afturat í Miðvági og síðani í Fuglafirði. Síðst í juni og fyrst í juli fer leikurin eftir ætlan til Klaksvíkar, Tvøroyri og Runavíkar, og beint eftir ólavsøku verður leikurin framførdur í Tórshavn.

Deil tiltakið

Lykkenborg

Fyriskipari

Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
[email protected]
https://www.facebook.com/listastovan