Konsert: Evi Tausen & Signar í Homrum

Dagur:
Leygardag 10. september 2022 21:00
Staður:
Løkshøll

KEYP

Evi Tausen er mest kend innan country tónleik.

Hon byrjaði sína karrieru í 2010 við sanginum He'll have to go og How's the world treating you.
Í 2018 innspældi hon fleiri duettir við Stig Rossen. Eisini hevur hon uttanlanda vunnið fleiri virðislønir innan country tónleik.
Seinastu árini hevur Evi búð í Danmark, men er nú flutt heim aftur á klettarnar.

Signar í Homrum hevur í nógv ár undirhildið føroyingum víðar hvar í ymsum samanhangum, men sum solistur legði hann landið fyri sínar føtur við sanginum Tað er gott at elska hjá Bubba Morthens, og komponisturin bar Signari góð skoðsmál fyri føroysku útgávuna av sanginum.

Signar í Homrum hevur síðan leverað hitt eftir hitt, so sum Kærleikans mátt, Mín skattur og Sorgblídni.

Ein spennandi dupultkonsert í Løkshøll!

Deil tiltakið

Konsert: Evi Tausen & Signar í Homrum

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
221328
[email protected]
www.loksholl.fo