Brimheim & HÚS

Dagur:
Fríggjadag 4. februar 2022 20:00
Staður:
Mentanarhúsið

KEYP

Brimheim

Føroyska-danska sangarinnan byrjar stóra útgávukonsertferð í Føroyum.

“F*** eg dugi illa at liva lívið” sigur Brimheim um seg sjálva. Tó so hevur hon livað nóg nógv til at skapa ein óvanliga vakran goth-popp heim, har ein sorgarbundin gittari saman við hennara djúpu, inniligu rødd kann fáa tíðina at standa í stað.

Handan navnið Brimheim finnur tú sangaran og sangskrivaran Helenu Heinesen Rebensdorff, hvørs listafólkanavn leiðir tankarnar aftur til hennara føroyska uppruna. Brimheim hevur eitt kensluligt myrkur og eitt rátt gátuføri. Tekstirnir eru fullir av angist, eymleika og spurningum um tilveruna, men sorgblídnið er altíð fevnt av humor og vón.

Brimheim gav sína fyrstu útgávu “Myself Misspelled” út á heysti 2020 og fekk stórt rós frá alskyns donskum miðlum. Staklagið “Exquisite Bliss” bleiv harafturat “Ugens Uundgåelige” á P3. Brimheim varð sama ár eisini tilnevnd ummælaraprísin “Steppeulven” í kategoriini “Årets håb”.

Nýggja útgávan hjá Brimheim kemur í januar 2022, og í tí sambandi fer hon á eina stóra konsertferð, har hon vitjar 14 býir – 2 í Føroyum og 2 í Danmark.

https://www.youtube.com/watch?v=v2ahdshq1WY




HÚS - Eitt heitt klemm av elektronika


Tónleikurin er instrumentalur, filmiskur og dreymakendur. Hann hevur í løtum ein immateriellan dám, og hetta endurspeglar væl tað ófáiliga. 

Tónleikurin er settur saman av akkustiskum streingjafingraspæli, elektroniskum klangum, programmeraðum trummum og tilvitaðari framleiðslu. Talan er um huglagsríkan og ambientan tónleik sum dyrkar klang, tekstur og umhvarv eins nógv og laglinjur og tað melodiøsa. Framleiðslurnar eru lumpisliga einfaldar, tí tær byggja mangan á einføld hugskot, men kortini er nógv at fara eftir í sjálvum soundinum. 
Og tak ikki feil: Hús hevur sítt egna sound. Við fáum amboðum megnar hann at skapa sín egna ljódliga alheim.

https://www.facebook.com/musikkur/

https://instagram.com/rolant.hus

http://hus.onuniverse.com

https://soundcloud.com/rolant

http://www.kervid.com


Deil tiltakið

Brimheim & HÚS

Fyriskipari

Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
+298 238070
[email protected]
www.mh.fo