New Orleans orkestrið EITIL

Dagur:
Mikudag 13. apríl 2022 20:00
Staður:
Løkshøll

KEYP

Serstaki tónleikurin úr New Orleans, ið verður mettur verða føðistaðurin hjá jazz-tónleikinum, hevur funnið sær veg inn í Løkshøll.

New Orleans tónleikur er ein blandingur av gospel, jazz og country frá 1920'unum, tá myrku fólkini har á leiðini fingu ljóðføri í hond. Burturúr hesum er sprottin ein røð av ymiskum tónleikastílum, við íblástri úr eitt nú Sicilia og Cuba.

New Orleans jazzur er livandi, festligur og ríkur tónleikur, ið livur væl millum tey tíggju í føroyska New Orleans orkestrinum EITIL. Tónleikararnir í orkestrinum eru millum oddvitini innan síni ljóðføri í Føroyum. Tey, ið manna orkestrið, eru: Ingrid Højgaard, Jensia Højgaard, Johanna Sofía Petersen, Bernhard Petersen, Rúni K. Mouritsen, Atli K. Petersen, Eirikur Skála, Ólavur Olsen, Johan Hentze og Oddur Magnusson.

Deil tiltakið

New Orleans orkestrið EITIL

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
221328
[email protected]
www.loksholl.fo