Konsert við Marius

Dagur:
Leygardag 29. januar 2022 20:30
Staður:
Gamli skúli í Sørvági

KEYP

29. januar kl 20:30 spælir Marius í Gamla skúla í Sørvági!

Marius Ziska er kendur fyri sínar framúr góðu konsertir. Sorgblíða tónalagið í vøkrum útsetingum og harmonium er eyðkent, og løgini Silvurlín, Nærveran, Villingarsjónin, Going Home, bert fyri at nevna nøkur, eru langt síðani vorðin fólkaogn.

Saman við Allan og Magnusi fer Marius at framføra fleiri av teirra fantastisku løgum, nýggjum sum eldri, og við eini nýggjari fløgu í stoypiskeiðini, man so ikki okkurt haðani eisini vera á skránni?

Kom á konsert í Gamla skúla í Sørvági leygardagin 29. Januar kl 20:30. Vit gleða okkum!

GG! Havandi koronastøðuna í huga, verður møguliga neyðugt at vísa koronapass ella -test. Vit kunna nærri um hetta, tá tíðin nærkast.

Deil tiltakið

Konsert við Marius

Fyriskipari

Gamli skúli
Skúlabrekkan 4
380 Sørvágur
212800
[email protected]
fb.com/gamliskuli