Skriviskeið við Rakel Helmsdal & Marjuni Syderbø Kjelnæs

Dagur:
8.-12. august 2022
Staður:
Mat & Moldmentanarháskúlin á Sandi

KEYP

Býr ein søgusigari í tær? 

Hetta skeiðið vendir sær til tín, ið hevur hug at skriva søgur. 

Ein heil vika á háskúla, fylt við íblástri og friði at lata hugflogið sveima. 

Arbeitt verður fram ímóti at hvør einstakur skrivar sína egnu stuttsøgu, við kønari vegleiðing frá Rakel Helmsdal og Marjuni Syderbø Kjelnæs.

Á hesum skeiðnum er sjálv søgan og frásøgnin í miðdeplinum. Stavseting og mállæra koma í aðru røð. Lat ikki ð’ið forða tær, her ræður um at læra at skapa.  

Komið og skapið nýggjar heimar og livandi persónar, sum fólka hesar heimar. 

Skeiðið er ætlað øllum - bæði royndum og óroyndum søgusigarum. 


Á skeiðnum fara vit at:  

  • Menna persónar

  • Skapa eina fangandi søgugongd

  • Skriva samrøður

  • Kava niður í hvat tað er at vera menniskja


  • Undirvísarar: Rakel Helmsdal & Marjun Syderbø Kjelnæs

    Dato: 8. - 12. august 2022

    Tíðspunkt: Mánadagin byrja vit kl. 10:30. Hinar dagarnar við byrja vit við morgunmati kl. 08.15, síðani undirvísing kl. 9. Les meira um gerandisdagin á háskúlanum á www.moldmentan.fo

    Støði: Grundskeið

    Longd: Fimm dagar

    Næmingatal: 12

    Upptøkutreytir: Ongar. Øll eru vælkomin.

    Prísur: 3.500 kr pr persón (við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting á Ísansgarði, lekkur matur og deiligt kaffi. Les um vistarhald á Mat- & Moldmentanarháskúlanum á www.moldmentan.fo. Vit hava eisini 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 3.000 kr.

    Les meira á heimasíðuni: www.moldmentan.fo.



    Deil tiltakið

    Skriviskeið við Rakel Helmsdal & Marjuni Syderbø Kjelnæs

    Fyriskipari

    Háskúlin á Sandi
    Heimasandsvegur 117
    210 Sandur
    787200
    [email protected]
    https://www.moldmentan.fo/