Portrettið

Dagur:
Fríggjadag 3. desember 2021 19:30
Staður:
Tjóðpallur Føroya

KEYP

Tríggir toppar á søguligum botni

Hvat hevði hent, um Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen hittust í Klaksvík, meðan læknastríðið leikaði harðast á? "Portrettið" er eitt absurd, skemtiligt og surrealistiskt ævintýr - men við søguligum botni - pallsett og fortalt gjøgnum eyguni hjá Mikinesmálaranum. Ein ferð í ongamannalandi, har dreymarnir ferðast frítt og tíðin er upployst. Millum himmal og jørð, list og vinnulív, fortíð og framtíð, skemt, álvara, lív og deyða. 

Í nýskrivaða leikinum hjá Jóanes Nielsen uppliva vit tríggjar mastodontar innan føroyskt vinnu-, átrúnaðar- og mentanarlív frá einum heilt nýggjum og óvanligum sjónarhorni. Leikurin fer fram í spenninum millum tað søguliga og heilt konkreta - Klaksvík undir Læknastríðnum í 1955 - og tíðarleysar, eksistentiellar spurningar og djúpar loynidómar. Eins og Jóanes Nielsen ger við søgugongd, karakterir og hendingar, verður alt vent á høvdið og fysiskar lógir upphevaðar í pallmyndini hjá Edward Fuglø.

Leikarar eru Hans Tórgarð, Nicolaj Falck og Hjálmar Dam sum ávikavist Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen, umframt Kristina Sundar Hansen og Annfinnur Heinesen. Íslendski leikstjórin Guðjón Pedersen er vælkendur á Tjóðpallinum og hevur áður leikstjórnað "Aftaná undrið" eftir Jóanes Nielsen, "Kirsiberjagarðurin" eftir Tjekhov og "Breaking the Waves" eftir Lars von Trier. 


Tjóðpallurin og Víngarðurin bjóða:


Leikur & matur

Neytalundir, reyðvínssauce, pureraðar rótfruktir, karamelliseraðir leykir, vetrasalat

Omaná:

Makrónir við Grand Marnier, heimagjørd vaniljuparfait, ristaðar heslinøtir, hvít og myrk sjokoláta við hindberjasauce

Kaffi ella the afturvið

Atgongumerki + matskrá

Fyri hvønn: 805,-


Leikur & Tapas

Vælumtókta tapasbrettið við einum glasi av premium víni

Skinkur, pylsur, ostar við nógvum ymiskum tilhoyri og heimabakaðum breyði

Atgongumerki + Tapas

Fyri hvønn: 605,- kr

Aðrar dagfestingar:


Dagur:
Leygardag 4. desember 2021 18:00
Staður:
Tjóðpallur Føroya

Dagur:
Sunnudag 5. desember 2021 18:00
Staður:
Tjóðpallur Føroya

Deil tiltakið

Portrettið

Fyriskipari

Tjóðpallur Føroya
Tórsgøta 9
FO-100 Tórshavn
+298 318617
[email protected]
http://www.tjodpallur.fo