Angandi sápa úr tálg

Dagur:
3.-4. februar 2022
Staður:
Mat & Moldmentanarháskúlin á Sandi

Einki er praktfullari og burðardyggari enn at vaska sær holdið við heimagjørdari natúrligari sápu, og at njóta kensluna av at hava skrubbað sær holdið mjúkt og glatt við burðardyggari skrubbsápu úr reinari seyðatálg, ið annars aloftast ikki verður gagnnýtt, men tíverri tveitt burtur. 

Kanska tú ynskir at geva gestum tínum smáar heimagjørdar sápubarrir í gávu, og ynskir at keypa minni av innfluttari sápa ? 

Ella tú kanska ynskir at sleppa undan, ella minka um plastdunkar og ivasamar sápublandingar ? 

Um svarið er ja, skalt tú kvika tær á sápuførleikamennandi skeið hjá okkum fyrst í februar 2022. 


Á hesum skeiðnum fara vit millum annað at: 

Fáa holla vitan um føroyska seyðatálg og tess gagnligu eginleikar

Gera skrubbsápu, ið er góð og mýkjandi fyri kropp og sinn okkara

Nýta natúrligar rávørur sum eitt nú vanilju, hunang og havragrýn

Gera nevtrala linnnandi sápu til viðbreknu húðina 


Lærari: Anna Paulina Leo Olsen

Dato: 3. - 4. februar 2022

Tíðspunkt: Dagarnir byrja við morgunmati kl. 08.15, síðani undirvísing til kl. 15:30. Les meira um gerandisdagin á háskúlanum á www.moldmentan.fo

Støði: Grundskeið

Longd: 2 dagar

Næmingatal: 14

Upptøkutreytir: Ongar. Øll eru vælkomin.

Prísur: 1.800 kr pr persón. Við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting á Ísansgarði, lekkur matur og deiligt kaffi. 

Les um vistarhald á Mat- & Moldmentanarháskúlanum: https://www.moldmentan.fo/sklan). Vit hava eisini 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 1.200 kr. 

Deil tiltakið

Angandi sápa úr tálg

Fyriskipari

Háskúlin á Sandi
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
787200
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/