Burðardygg seyming

Dagur:
18.-20. februar 2022
Staður:
Mat & Moldmentanarháskúlin á Sandi

Tilfarið sum vit brúka á skeiðnum er endurnýtsla ella leivdir frá goymslum í Føroyum. T.v.s tilfarið er longu framleitt, so her er eingin dálking av nýframleiðslu, og so er tað stuttflutt. 

Á skeiðnum fara vit millum annað at læra: 
  • At brúka tína egnu seymimaskinu

  • At velja toy, trá og nál til ymsik endamál, og eitt sindur um góðsku.

  • At brúka av tí tilfeingið tú eigur, áðrenn tú keypir nýtt.

  • At røkja og brúka seymimaskinuna, so hon heldur longri.

  • Grundleggjandi um seyming og tilfar.


Tú fær møguleika at gera títt egna fyriklæði, nýggjar borðlappar, serviettar, viskistykki, breyðposa, fruktposa, kaffifiltur, kaffi/te hettur, toyserviettar, grýtulappar, innkeypsnet - ella okkurt heilt annað, sum gagnar tínum virksemi.


Tilfarið er á skúlanum. Tú skalt bara hava seymimaskinu við, og um tú eigur ein overlockara, tak hann endilig við.


Lærari: Elin Lindenskov

Dato: 18. - 20. februar 2022

Tíðspunkt: Dagarnir byrja við morgunmati kl. 08.15, síðani undirvísing til kl. 15:30. Les meira um gerandisdagin á háskúlanum á heimasíðuni.

Støði: Grundskeið

Longd: 3 dagar

Næmingatal: í mesta lagi 14 næmingar

Upptøkutreytir: Ongar, øll eru vælkomin (tó er neyðugt at hava seymimaskinu við).

Prísur: 2.500 kr pr persón (við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting á Ísansgarði, lekkur matur og deiligt kaffi. Vit hava eisini 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 2.000 kr.)

Les meira á heimasíðuni.

Deil tiltakið

Burðardygg seyming

Fyriskipari

Háskúlin á Sandi
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
787200
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/