Grønur vetur - plantuføði, kostfrøði og føroysk siðvenja renna saman

Dagur:
7.-11. februar 2022
Staður:
Mat & Moldmentanarháskúlin á Sandi

KEYP

Grønur vetur – plantuføði, føroysk siðvenja og kostfrøði renna saman, 7. - 11. februar.

Veturin er komin, og á háskúlanum á Sandi hava vit enn spelki vakurt og litríkt grønmeti, ið osar av saft og kraft!

Eitt upplagt høvi til skeið um matgerð við meiri grønmeti. Vælkomin til “Grønur vetur” fyrst í feburar!

Hvat merkir tað í roynd og veru at eta grønt? At eta meiri grønmeti, sjálvsagt; men tað at eta grønt merkir eisini at eta burðardygt, og at eta mat sum er góður fyri okkum og fyri umhvørvið. At eta grønt merkir at eta tað, sum er í nærumhvørvinum, og at eta tílíkt, sum mangan ikki verður gagnnýtt, hóast tað bæði smakkar væl og er góður matur.

Skeiðið ‘Grønur vetur’ fer at snúgva seg um júst hetta - um at samantvinna plantuføði, føroyska siðvenju og kostfrøði. Plantuføðin hevur høvuðsleiklutin, og kjøtið hjáleiklutin, ella púrt ongan leiklut! 

Fyri hvønn er skeiðið?

·       Fyri tykkum, sum hava hug at eta grønari, men óttast fyri at ikki fáa øll tey neyðugu føðsluevnini. 

·       Fyri tykkum, sum royna at eta grønari, men ikki halda tykkum duga at fáa tað at smakka. 

·       Fyri tey forvitnu, ið ynskja at læra um grønari matgerð við bjølgfruktum og grønmeti.

Vit bjóða matvanunum og siðvenjuni av við nýhugsan, og við einføldum háttalagi læra vit at gera mat við tí fyri eyga, at allir sansir okkara verða tøldir uttan forboð.

Hetta fara vit millum annað at gera: 

·       Læra at fermentera og læra um fermenteringsprinsippið.

·       Læra at gera ymisk sløg av hummus, grønnmetismorli & pesto.  

·       Nørdast við grundsmakkunum: Søtum, saltum, súrum, beiskum og umami. Læra um týdningin av teimum og fagna persónliga leiðbeinara okkara – tunguni.

·       Gera mat úr grønnmeti og bjølgfruktum við denti á saft, kraft, smakk og broyskni og hundrað prosent nøgdsemi uttan sakn :)

·       Eisini fara vit at njóta og uppliva vøkru náttúruna á Sandoynni.

Lærari: Snorri Patursson

Dato: 7. - 11. februar 2022

Tíðspunkt: Dagarnir byrja við morgunmati kl. 08.15, síðani undirvísing til kl. 15:30, tó kl. 13 fríggjadagin.  Les meira um gerandisdagin á háskúlanum á www.moldmentan.fo

Støði: Grundskeið

Longd: Fimm dagar

Næmingatal: 14

Upptøkutreytir: Ongar. Øll eru vælkomin.

Prísur: 3500 kr pr persón (við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting á Ísansgarði, lekkur matur og deiligt kaffi. Vit hava eisini 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 3.000 kr. Eisini er gjørligt at hava børn við, tey kosta 500 kr.

Deil tiltakið

Grønur vetur - plantuføði, kostfrøði og føroysk siðvenja renna saman

Fyriskipari

Háskúlin á Sandi
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
787200
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/