Mentan, forfatan og barnauppaling

Dagur:
22.-23. november 2021 kl. 8:30 - kl. 15:30
Staður:
Hotel Hilton Garden Inn, Tórshavn

KEYP

Skeið: Mentan, forfatan og barnauppaling

Útlendingastovan skipar tann 22. og 23. november fyri skeiðinum “Mentan, forfatan og barnauppaling”. Í stuttum er skeiðið um tað at vera foreldur av øðrum uppruna í Føroyum, og um hvussu starvsfólk kunnu stuðla foreldrum í at sameina uppalingarháttir, mentanarfatan og interkulturelt samskifti.

Skeiðshaldararnir vera Jette Thulin og Mette Fegner, sum eru ráðgevar frá DRC Integration Dansk Flygtningehjælp. Tær hava holla vitan um integratión og drúgvar royndir í at arbeiða við flóttafolki og øðrum tilflytarum og at undirvísa og førleikamenna starvsfólk innan integratiónsarbeiði.   

Skeiðið er viðkomandi fyri starvsfólk, sum í sínum dagliga starvi koma í samband við familjur og børn av øðrum uppruna, t.d. lærarar, námsfrøðingar, heilsufrøðingar, sosialráðgevar og familjuráðgevar.

Pláss er fyri 60 luttakarum tilsamans. 

Skeiðið verður hildið 22. og 23. november frá kl. 8.30 – 15.30 á Hotel Hilton Garden Inn.

Luttakarar mugu boða frá luttøku á atgongumerki.fo áðrenn 5. november kl. 12.

Les skránna her



Deil tiltakið

Mentan, forfatan og barnauppaling

Fyriskipari

Útlendingastovan
David Im og Durita Kastalag
Sigmundargøta 13
110 Tórshavn
356094 / 356099
[email protected]/ [email protected]
www.integration.fo