Nærverandi konsert við Marius Ziska

Dagur:
Fríggjadag 5. november 2021 21:00
Staður:
Stoffalág 32, Tórshavn

KEYP

5. og 6. november fer Marius Ziska at spæla 2 forkunnugar stovukonsertir í Havn.
Talan verður um intimar konsertir har Marius fer at spæla fleiri av góðu løgum sínum, og møguliga fáa vit onkran brellbita av nýggju útgávu hansara sum er ávegis.
Saman við sær hevur hann trúgvu fylgissveinarnar Allan Tausen og Magnus Johannessen og Heðin Ziska Davidsen.Teir hava í eina tíð spælt saman til smærri og størri tiltøk. M.a. vóru teir í Dk á konsertferð herfyri.

Við hesum konsertunum ynskir Marius at koma heilt tætt at áhoyrarnum, sum kann vænta sær eina nærverandi uppliving.

Á staðnum er kaffi, te, køkur og annað gott til góman

Aðrar dagfestingar:


Dagur:
Leygardag 6. november 2021 21:00
Staður:
Stoffalág 32, Tórshavn

Deil tiltakið

Nærverandi konsert við Marius Ziska

Fyriskipari

Marius Ziska
Telefon +298 508270
[email protected]