Spøkilsisskriviskeið

Dagur:
26.-28. november 2021
Staður:
Háskúlin á Sandi

KEYP

Spøkilsisskriviskeið

Komið við okkum í Ísansgarð á Sandi eitt vikuskiftið og kveikið nýtt lív í gomlu bretsku siðvenjuna at siga óhugnaligar søgur um spøkilsir, afturgongur, dreygar og onnur skrímsl fram móti jólum.

Á hesum 3 daga skeiðnum fara vit millum annað at:

  • Skriva okkara egnu søgur
  • Siga frá okkara yndisspøkilsissøgum
  • Uppliva eitt veruligt spøkilsihús
  • (Ó)hugnaløtur við spøkilsisfilmi verða eisini á skrá

Kom um tú torir!

Verksmiðjuleiðarar: Høvundarnir Marjun Syderbø Kjelnæs & Rakel Helmsdal
Dato: 26. - 28. november 2021

Tíðspunkt: Vit byrja fríggjadagin 26/11 kl. 10:30 við einum drekkamunni í Ísansgarði. Hinar dagarnar byrja vit við morgunmati kl. 08.15. Les meira um Mat- & Moldmentanarháskúlan á www.moldmentan.fo

Støði: Grundskeið

Longd: Tríggjar dagar

Næmingatal: 16

Upptøkutreytir: Ongar. Øll, ið hava dirvið eru vælkomin.

Prísur: 2.500 kr pr persón (við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting í Ísansgarði, lekkur vistfrøðiligur staðbundin matur og deiligt kaffi. (Les um vistarhald á Mat- & Moldmentanarháskúlanum: https://www.moldmentan.fo/sklan). Vit hava eisini 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 2.000 kr.

Deil tiltakið

Spøkilsisskriviskeið

Fyriskipari

Háskúlin á Sandi
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
787200
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/