Heystskeið: Søtur bakstur

Dagur:
30.-31. oktober 2021
Staður:
Mat og moldmentanarskúlin á Sandi

KEYP

Góða lívið skal livast og tú skalt koma til okkara á Sandi at njóta friðin og vakurleikan við søtum heimabakstri.

Hála í bremsuna, anda djúpt inn ooooog út….. Sig nei til meldrið og óteljandi ørindi eftir ivasomum ídnaðarbakstri. Ørindi í tíð og úrtíð eru nú søga. Tú ynskir frælsi - heimabakifrælsi og skal nú læra teg at flætta søtan hágóðskubakstur inn í tín gerandisdag!

Kom og elt! - Kom á bakiskeið og lær um týdningin av at lata deiggj ganga leingi, um vistfrøði, ordiliga kardumummu, smørdeiggj, remonsukrem, mjølgóðsku, bakihita, ovnssnildir og um ymisku kornsløgini og tess eginleikar. Kom og hoyr bakirøvarasøgur og lær loyndarfull bakikynstur!
Skeiðslærari er Randi Olsen frá vistfrøðiliga mikrobakarínum Breyðvirkinum í Havn.

Á skeiðnum fara vit millum annað at baka:

  • Croissant
  • Pan a chocolat
  • Double baked mandlu croissant
  • Thebirkes
  • Frøsnapparar
  • Kanelsniglar
  • Kardumummusnurrar

Eisini er pláss til at nýta hugflogið og at vera kreativur í samband við baksturin.


Lærari: Randi Olsen, Breyðvirkið

Dato: 30. - 31. oktobur

Tíðspunkt: Kl. 10.30 - 17:00 leygardagin og kl. 9-15:30 sunnudagin

Støði: Grundskeið

Longd: 2 dagar

Næmingatal: 14

Upptøkutreytir: Ongar. Øll vaksin eru vælkomin.

Prísur: 1400 kr pr. persón. (Við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting á Ísansgarði, lekkur staðbundin matur og deiligt kaffi.) Vit hava 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 1.100 kr. Og 4 pláss til tey, ið ynskja at hava børn við, hesi kosta 200 kr.

Deil tiltakið

Heystskeið: Søtur bakstur

Fyriskipari

Háskúlin á Sandi
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
787200
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/