Ansa eftir tær!

Dagur:
Mikudag 27. oktober 2021 19:00
Staður:
Silo, Tórshavn

KEYP

Fyrilestur við prestinum Jørn Braüner frá »Præsten og Psykologen«. Hallur Joensen luttekur eisini
 
Tá ið lívið bjóðar okkum av, mugu vit ansa eftir okkum sjálvum, tí tað er ikki vist, at nakar annar ger tað.
 
Tað sigur Jørn Braüner, sum saman við Karin Braüner hevur skrivað bøkur og hildið fyrilestrar undir felagsnavninum »Præsten og Psykologen«.
 
Nýggja bókin hjá »Præsten og Psykologen« eitur »Pas på dig selv – det er ikke sikkert, at andre gør det« og kom út fyri kortum. Tað er við grundarlagi í hesari bók, at Jørn Braüner kemur til Føroya at halda fyrilestrar.
 
– Betur tú kennir teg sjálvan, betur kanst tú ansa eftir tær sjálvum, líkamikið hvat hendir í lívinum. Tað hendir so nógv í okkara lívi og í heiminum í dag, og tað kann leggja trýst á okkum á ymiskan hátt. Nógv fólk verða strongd, stúrin og órólig. Tí mugu vit hugsa um, hvussu lívið ávirkar okkum, sigur Jørn Braüner.
 
Á fyrilestrinum greiðir Jørn Braüner frá, hvussu vit kunnu læra okkum betur at kenna. Hann fer at geva góð ráð, siga søgur, eggja og geva íblástur.
 
Countrysangarin Hallur Joensen luttekur eisini, og hann fer saman við sínum monnum at spæla nakrar sangir á tiltakinum.
 
Kom og njót ein gevandi og inspirerandi løtu, nú heystið er komið!


Deil tiltakið

Ansa eftir tær!

Fyriskipari

Viva
Postboks 29
710 Klaksvík
+298 217065
[email protected]