Eitt Suð í myrkri

Dagur:
Hósdag 17. februar 2022 20:00
Staður:
Løkshøll

KEYP

Hóskvøldið 25. nov. kl. 20:00 bjóðar Suð tykkum á eina sansaliga ferð ígjøgnum lívið, har fyrra helvt verður í bølamyrkri og seinna helvt í hálvaskýming.  

Suð kemur at syngja kendan norðurlendskan tónleik.

Eydna Skaale kemur at bera fram skaldskap, meðan Husgaard Music fer at gera ljóðmyndir.

Pætur við Keldu kemur at hava klaverfylgispæl.

Í bølamyrkri verður sjónin burtur. Har verður einki ljós at hóma. So nú sleppa hinir sansirnir veruliga framat.

Kanska fert tú at duga at njóta tað. Kanska verður myrkrið ov svart fyri teg.

Kom og royn tað! Kanska fer sinnið at megna at sveima í svarta suðinum og geva tær eitt nýtt upplivilsi við nýggjum kenslum.

Ferðin varir ein tíma uttan steðg.

Kostnaður er kr. 250.

P. S. Innihaldið er tað sama sum á konsertunum, sum vóru í Spinnarínum í des. 2020.

Deil tiltakið

Eitt Suð í myrkri

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
221328
[email protected]
www.loksholl.fo