Bakiskeið við Breyðvirkinum

Dagur:
27.-28. september 2021
Staður:
Mat- & Moldmentanarháskúlin á Sandi

 

Hála í hondbremsuna, anda djúpt inn ooooog út….. Sig nei til meldrið og óteljandi bilørindi eftir ivasomum ídnaðarbakstri. Breyðørindi í tíð og úrtíð eru nú søga.

Tú ynskir frælsi - heimabakifrælsi og skal nú læra teg at flætta praktfullan hágóðskubakstur inn í tín gerandisdag!

Kom og elt! - Kom á bakiskeið og lær um týdningin av at lata deiggj ganga leingi, um vistfrøði, grýtubakstur, mjølgóðsku, bakihita, ovnssnildir og um ymisku kornsløgini og tess eginleikar.

Kom og hoyr súrdeiggjrøvarasøgur og lær loyndarfull bakikynstur frá stinnu bakigreipuni í Breyðvirkinum. 

Skeiðshaldari er Randi Olsen kreativir íverksetari, eigari og ein av stovnararum av týdningamikla vistfrøðiliga mikrobakarínum í Havn. 

Á skeiðnum fara vit millum annað at:

  • Arbeiða við súrdeiggj og læra um bakitýdningin av hesum
  • Baka fullkornsrugbreyð
  • Baka ljós broyskin grýtubreyð
  • Baka pitsur
  • Baka breyðstengur til dipp

Lærarar: Randi Olsen frá Breyðvirkinum

Dato: 27. – 28. septembur

Tíðspunkt: Skeiðsdagarnir eru kl. 10.30-16:00 mánadagin, kl. 9-16 týsdagin.

Støði: Grundskeið

Longd: 2 dagar

Næmingatal: 12

Upptøkutreytir: Ongar. Øll vaksin eru vælkomin.

Prísur: 1.400 kr pr. persón. (Við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting á Ísansgarði, lekkur staðbundin matur og deiligt kaffi.)

Deil tiltakið

Bakiskeið við Breyðvirkinum

Fyriskipari

Háskúlin á Sandi
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
787200
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/