Tá ið snor, kukkur og spýggja bjóða parlagnum av

Dagur:
Hósdag 23. september 2021 20:00
Staður:
Smæran, Tórshavn

KEYP

Par- og hjúnalagið er einum til gleði, men samstundis møta parløg nógvum avbjóðingum í samlívinum. Serliga – og tvørsøgið – tá ið børn berast í heim.

Hesin fyrilestur fer – við støði í sálarfrøðiligari vitan og persónligum søgum – at seta gleðirnar og tvørleikarnar í parlagnum í brennidepilin.

Harumframt veitir fyrilesturin ráð til, hvussu ein ítøkiliga kann viðgera tvørleikarnar og varðveita gleðina í parlagnum og familjuni.

Um fyrilestrarhaldaran:
Mattias Stølen Due er stjóri í Center for Familieudvikling í Keypmannahavn. Hann er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur tey síðstu 13 árini nomið sær serkunnleika innan arbeiðið við parløgum.

Hann hevur hildið fleiri fyrilestrar, parviðgerðir og parskeið (PREP) og hevur millum annað verið við til at menna fyribyrgjandi ætlanina Par-tjek í samstarvi við Aarhus Universitet og Partelefonen – ein ókeypis telefonráðgevingartænasta. Í 2015 gav hann bókina Pas på forholdet út, ið er týdd til 3 mál.

Fyrilestrarhaldari: Mattias Stølen Due, stjóri á Center For Familieudvikling

Stað: Smæran, 7 J.H. Schrøters gøta, FO-100 Tórshavn

Dato: 23. septembur

Tíðspunkt: 20.00

Deil tiltakið

Tá ið snor, kukkur og spýggja bjóða parlagnum av

Fyriskipari

MEA
Heygavegur 62
700 Klaksvík
224921
[email protected]