Veltiskeið: Legg grønmetisveltuna til rættis

Dagur:
Skeiðið til tín, sum ætlar at velta komandi ár. 16.-19-sep
Staður:
Mat- og moldmentanarháskúlin á Sandi

Skeiðið til tín, sum ætlar at velta komandi ár. Lær um sløg, sáing, lívd, arbeiðshættir, taðing og skipan. Útgangsstøðið er ein skitsa yvir títt egna stykki, sum tú tekur við og útbyggir gjøgnum skeiðið. Vit vera inni á skúlanum og úti í ymsum veltum á Sandi, størri og smærri, savna hugskot og grønmeti, sum vit hvønn dag nýta til máltíðirnar. Sunnudag fara tit heim við eini gjøgnumarbeiddari ætlan til tykkara veltu, klár at seta í verk. Fleiri undirvísarar eru við á skeiðnum.



Hetta fara vit millum annað at gera: 

·      Læra um kál, leyk, salat og onnur grønmetissløg. Hvat veksur best, hvar og nær?

·      Læra at seta sløg saman - hvat kann standa saman og ikki?

·      Vitja størri og smærri veltur og garðar, tosa við eigarar og savna hugskot

·      Læra um lívdarplantur og innrætting av garði ella veltu

·      Royna grønmetissløg í matgerð

·      Tosa um hvørja einstaka ætlan í bólkinum og saman við lærarum





Prísur: 3500 kr pr persón (við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting á Ísansgarði, lekkur matur og deiligt kaffi. Les um vistarhald á Mat & Moldháskúlanum her). Vit hava eisini 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 3.000 kr.


Deil tiltakið

Veltiskeið: Legg grønmetisveltuna til rættis

Fyriskipari

Háskúlin á Sandi
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
787200
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/