FM Vegasúkkling 2021

Dagur:
Leygardag 21. august 2021 12:00
Staður:
Skálavík

KEYP

21. august verður FM í vegasúkkling, sum er langteinurin og týdningarmiklasta FM heitið í súkklingini á vegnum.

Kappingin verður í ár á Sandoynni og súkklað verður úr Skálavík til Sands og víðari til Skopunar at venda á ferjuleguni. Úr Skopun verður síðani súkklað aftur til Sands og víðari gjøgnum Húsavík til Dals. Úr Dali verður súkklað aftur til Skálavíkar. Tað er ymiskt hvussu ofta ymsu bólkarnir endurtaka rutuna.

Nágreinilig lýsing av tiltakinum sæst á heimasíðuni hjá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon:

https://www.sst.fo/kalendari/fm-veg-2021-vegasukkling/

Hugnaligt hátíðarhald er í samband við kappingina, har møguleiki er fyri mati. Flutningur við bussi er skipaður í samband við hetta.

Deil tiltakið

FM Vegasúkkling 2021

Fyriskipari

Sersambandið fyri súkkling og triathlon
Á Frælsinum 30
100 Tórshavn
Telefon +298 216420
[email protected]
www.sst.fo