Matmentanarskeiðið - Vetur

Dagur:
Mikudagin 20. okt. til fríggjadagin 10. des. 2021
Staður:
Mat- & Moldmentanarháskúlin á Sandi

KEYP





Í oktober byrjar eitt skeið fyri teg, sum er forvitin eftir nýggjari matvitan, hevur hug at finna upp á nýtt og læra um føroyska matsiðvenju.

Hetta er grundskeiðið í matmentan. Tað er ætlað øllum - royndum sum óroyndum - sum vilja forvitnast og gleðast um at gera mat.

Hesa árstíðina er háskúlin á tremur við góðum rávørum, sum tit sjálvi heinta, velta og fáa til høldar.

Í 8 vikur læra vit um grundarsteinarnar í góðari og burðardyggari matgerð við lokalum rávørum og sjálvveltum grønmeti!



Tá jólini koma, hava vit lært:

At fáa góða smakkin fram í øllum tí grøna, sum veksur á Sandi - sum vit heinta hvørja viku.

At fermentera, salta og turka grønmeti, so vit hava grønt á borðinum alt árið.

At baka gott breyð, køkur og bollar – bæði við og uttan súrdeiggji.

At gera ost og smør.

At nýta bjølgfruktir, tara, villar urtir og plantur.

At matgera við fiski, sum vit sjálvi hava fiskað.

At fletta og at brúka alt tað, sum seyðurin gevur okkum.

 Vit fara eisini á læruríkar ferðir í hagan, fjøruna, á matstovur, og fara at gera spennandi verkætlanir saman.

Sjálvandi fara vit eisini at hugna okkum í pottinum, á sandinum og við áhugaverdum filmum, fyrilestrum og kjaki um ymisk viðkomandi evni… og so fara vit at eta nógv gott! Júst sum háskúlalívið eigur at vera!


Heystskeiðið: 18. august - 8. oktobur 2021 (8 vikur)

Vetrarskeiðið: 20. oktobur - 10. desembur 2021 (8 vikur)

Prísur: 1000 kr um vikuna. Við í prísinum er leskiligur matur og deiligt kaffi (les um okkara mathugsjón her), yvirnátting á Ísansgarði, ein lítil námsferð í Føroyum, tilfar og sjálvandi undirvísing. Ber ikki til at gjalda alt skeiðið beinanvegin, ber til at gera eina gjaldsavtalu við skúlan.

Heyst- og vetrarskeiðið líkjast, men eru tó ikki eins. Skeiðini eru løgd til rættis eftir árstíð og skeiðsluttakarunum. Tú kanst velja annað, ella hví ikki bæði skeiðini.

Undirvísarar: Høvuðsundirvísarar vera Snorri Patursson, Gutti Winther og Randi Olsen & Fríða Hansen á Breyðvirkinum. Harafturat vera ymiskir gestalærarar.






Deil tiltakið

Matmentanarskeiðið - Vetur

Fyriskipari

Mat- & Moldmentanarháskúlin
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
787200
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/