Nathalia Flórez trio

Dagur:
Hósdag 12. august 2021 20:00
Staður:
Løkshøll

KEYP

Tann danska sangarinnan og sangskrivarin, Nathalia Flórez, er á fyrstu konsertferð í Føroyum. Við mammu úr Suðuroy hevur tað leingi ligið í kortunum at vitja her og spæla sín tónleik fyri føroyingum. Við á hesi konsertferð hevur hon kontrabassist Niklas Emborg Gjersøe og guittarist Thomas Brunbjerg við sína lið.Í 2019 gav hon út fyrstu útgávu sína, I Aftenens Sidste Minutter, ein persónlig tíðarmynd, sum bjóðar inn í eitt norðurlendskt og jarðarbundið ljóðlandslag. Ummælararósta útgávan rúmar sangi við íblástri úr fólkatónleikaumhvørvinum á barnaoynni, men eisini kompositiónir og heita rødd hennara hava týðulig sambond í jazztónleikinum. Rødd hennara og donsku tekstirnir osa av nærleika og inniligheit, ið ger seg serliga galdandi í hennara nýggjastu útgávu, lille liv: ein sangur til guðssonin, og fekk hesin eisini góða móttøku. Hesin hjartanemandi sangurin sæst aftur í vakra videolagnum, sum er filmað í landslagnum í Fanø. Nathalia Flórez bjóðar við síni trio eina konsertuppliving við tíðarleysum løgum og tekstum, stuðlað av tí improvisatoriska úr jazzinum.

Deil tiltakið

Nathalia Flórez trio

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
221328
[email protected]
www.loksholl.fo