Dubult-konsert við Nathaliu Florez trio & Reality Bites og ábit

Dagur:
Fríggjadag 13. august 2021 18:00
Staður:
Mentanarhúsið

KEYP

Vælkomin til eitt deiligt jazzinspirerað konsertkvøld við forkunnugum løttum rættum í Mentanarhúsinum. Vit hava sett tvær góðar pulskonsertir á skrá 13. august, og hesaferð ber til at bíleggja mat frammanundan konsertunum.Tað er ein av Vínkúllunum, sum stendur fyri matinum og vínskránni, og borðreitt verður við tveimum nýhugsaðum rættum við rávøru úr nærumhvørvinum og drykkivøru, ið hóskar tilKonsertirnar kosta kr. 150 fyri báðar. Bíleggja tit mat áðrenn, fáa tit bæði mat og tónleik fyri kr. 299,- Drykkivørur verða bílagdar í húsinum. Konsertirnar byrja kl. 20, men húsið letur upp kl. 18. Komið í góðari tíð til eitt hugnaligt prát við onkrum góðum afturvið.Konsertirnar eru partur av norðurlendska Puls samstarvinum,  https://puls.nordiskkulturfond.org, sum merkir, at umframt eitt gott føroyskt navn, verður ein norðurlendskur artistur við á konsertini.NATHALIA FLÓREZ TRIODanska sangarinnan og sangskrivarin, Nathalia Flórez, fer nú undir fyrstu konsertferð sína í Føroyum. Nathalia er uppvaksin á Fanø. Pápi hennara er úr Brasil og mamman suðuroyingur. Leingi hevur hon havt ætlanir um at koma hendanvegin at framføra . Við sær á hesa konsertferð hevur hon tikið kontrabassistin Niklas Emborg Gjersøe og gittarleikaran Thomas Brunbjerg.Fyrsta fløga hennara, I aftenens sidste minutter, kom út í 2019 og fekk góð ummælir. Tað er ein persónlig tíðarmynd við einum norðurlendskum ljóði, við íblástri úr fólkatónleiki í Fanø, men við jazzutari rødd og kompositión. Miðskeiðis í januar 2021 kemur Nathalia Flórez við nýggjari útgávu, sum vit helst hoyra brot úr.heimasíða: Nathaliaflorez.dkFacebook: @NathaliaFlorezMusikInstagram: Nathalia_Florez_ REALITY BYTESMiklir ljómar. Haltar rútmur. Rannsakan. Hesi eru summi av teimum orðunum, sum lýsa føroyska bólkin Reality Bytes. Bólkurin spratt úr føroyska samkomulívinum á heysti 2018 og hevði sína fyrstu framførslu í Blábar í mars 2019. Barrin var á tremur. Í april tók bólkurin lut í tónleikakappingini Sement og vann millum 11 luttakarar. Dómarunum dámdu serliga væl mikla kórið, góða sangin og fløktu ljómarnar. Vinningurin var tríggir dagar í Studio Bloch, har fyrsta stuttfløgan Symphony of Storms bleiv tikin upp. Hans Poulsen í Introvers studio framleiddi útgávuna. EP’in kom á marknaðin í november 2019. Á FMA 2019 vóru tey tilnevnd ársins útgávu, ársins kvinnuliga sangara, ársins bólk og ársins sang.Reality Bytes eru: Dania O. Tausen (sangari og sangskrivari) Ingmar Berg Mikkelsen (rhodes, orgul, klaver, vokodari, kór), David Simonsen (bass, kór), Pauli R. Poulsen (gittari), Tórður D. Jacobsen (trummur) og Maria á Lakjuni (kór).

Deil tiltakið

Dubult-konsert við Nathaliu Florez trio & Reality Bites og ábit

Fyriskipari

Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
+298 238070
[email protected]
www.mh.fo