Poddkastskeið

Dagur:
28. juni-2. juli 2021
Staður:

KEYP

Poddurin hevur hertikið miðlamarknaðin og gott í tað. Nú kunnu søgusigarar, marknaðarfólk og journalistar ómakaleyst siga sínar søgur fyri øllum heiminum – og enn betri: nú hava tú og eg eisini møguleikan at gerast vertir í okkara egnu sending. Veitst tú eina spennandi søgu? Hevur tú nógva vitan? Ella elskar tú at tosa við fólk, sum vita og duga at fortelja søgur? Á poddvarps verkstovu fara vit at læra at gera poddvarp (um at mjólka kýr, um uttanríkispolitikk, um at vera bóndi, um Føroyar fyrr í tíðini, um at velta grønmeti, um Føroyar í framtíðini ella bara um onkrar skegar, spennandi ella snedigar søgur).  
Les meira á heimasíðuni.

Deil tiltakið

Poddkastskeið

Fyriskipari

Mat- & Moldmentanarháskúlin
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
787200
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/