Grønt summar - plantuføði, kostfrøði og føroysk siðvenja renna saman

Dagur:
12.-16. juli 2021
Staður:

KEYP

Hvat merkir tað í roynd og veru at eta grønt? At eta grønt merkir sjálvandi at eta meira grønmeti; men tað at eta grønt merkir eisini at eta burðardygt, og at eta mat sum er góður fyri okkum og fyri umhvørvið. At eta grønt merkir at eta tað, sum er í nærumhvørvinum, og at eta tílíkt, sum mangan ikki verður gagnnýtt, hóast tað bæði smakkar væl og er góður matur.Skeiðið ‘Grønt summar’ fer at snúgva seg um júst hetta - um at samantvinna plantuføði, føroyska siðvenju og kostfrøði. Plantuføðin hevur høvuðsleiklutin, og kjøtið hjáleiklutin, ella púrt ongan leiklut! Vit bjóða matvanunum og siðvenjuni av við nýhugsan, og við einføldum háttalagi læra vit at gera mat við tí fyri eyga, at allir sansir okkara verða tøldir uttan forboð.Les meira á heimasíðuni.

Deil tiltakið

Grønt summar - plantuføði, kostfrøði og føroysk siðvenja renna saman

Fyriskipari

Mat- & Moldmentanarháskúlin
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
787200
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/