Skriviskeið við Rakel Helmsdal og Marjuni Syderbø Kjelnæs

Dagur:
9.-13. august 2021
Staður:

KEYP

Býr ein søgusigari í tær? Hetta skeiðið vendir sær til tín, ið hevur hug at skriva søgur. Ein heil vika á háskúla, fylt við íblástri og friði at lata hugflogið sveima og skriva - við kønari vegleiðing frá Rakel Helmsdal og Marjuni Syderbø Kjelnæs. Arbeitt verður fram ímóti at hvør einstakur skrivar sína egnu lidnu stuttsøgu. Skeiðið er ætlað øllum - bæði royndum og óroyndum søgusigarum. Á hesum skeiðinum er sjálv søgan og frásøgnin í miðdeplinum. Stavseting og mállæra koma í aðru røð. Lat ikki ð’ið forða tær, her ræður um at læra at skapa. Komið og skapið nýggjar heimar og livandi persónar, sum fólka hesar heimar. Á skeiðinum fara vit: at menna persónarat skapa eina fangandi søgugongdat skriva samrøðurat kava niður í hvat tað er at vera menniskjaUndirvísarar: Rakel Helmsdal & Marjun Syderbø KjelnæsLes meira á heimasíðuni: www.moldmentan.fo.

Deil tiltakið

Skriviskeið við Rakel Helmsdal og Marjuni Syderbø Kjelnæs

Fyriskipari

Mat- & Moldmentanarháskúlin
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
787200
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/