SPECKTORS

Dagur:
Leygardag 7. august 2021 20:00
Staður:
Sjónleikarahúsið í Havn

KEYP

Vældámdi electro-hiphop og techno-rap bólkurin SPECKTORS, hvørs limir ganga undir listafólkanavninum Wanner og JonasForFanden, hava júst rakt PLATINUMSTATUS fyri staklagi Unz Unz. Unz Unz er teirra størsta HIT til dags dato, við meira enn 15 milliónum stroymingum. Men vit kenna teir eisini fyri LÅGSUS, GUTTERNE, 5 DRENGE I EN LILLE BIL, FUCK MIG, LIFE, og fleiri aðrar. Specktors byrjaði í 2008, sum ein elektroniskur rap bólkur. Teir blivu skjótt kendir fyri teirra garrvillu live framførslur og moshpits á klubbunum í Keypmannahavn. Ígjøgnum tey seinastu 12 árini hava teir útgivið 2 studio útgávur, 2 EP'ir og eina rúgvu av mixtapes og stakløgum. Teir hava spælt á Roskilde Festival, Grøn Koncert, Fredagsrock í Tivoli fleiri ferðir og næstan á øllum øðrum festivalum, spælistøðum og klubbum í Danmark. Specktors hava altíð lagt dent á ballið, og sjálvt um teir eru blivnir familjumenn, er tempo'ið enn høgt! Og tað sær ikki út til at teir ætla at seta ferðina niður! Vit síggjast á dansigólvinum í Sjónleikarhúsinum 25'inda Juni.
Sum support hava vit: Marius DC, RSP

Deil tiltakið

SPECKTORS

Fyriskipari

GORILLA
+298214745
[email protected]
www.gorilla.fo