Et ókrút! 17. juli

Dagur:
Leygardag 17. juli 2021 10:30
Staður:

 “Ókrút er bara ein planta, ið veksur eitt stað, har hon ikki er ynskt” - Nógvar av ókrútsplantunum kunnu etast, og nógvar teirra smakka so sera væl! Og so eru tær púra púra ókeypis! Eftir hetta skeiðið nýtist tær ikki aftur at keypa blaðgrønt, tú fert at finna eina rúgvu í tínum egna urtagarði, ella í nærumhvørvinum tú býrt í.Á hesi leygardagsverkstovuni fara vit at læra um nakrar av átbæru ókrútsplantunum í veltunum og urtagørðunum.Vit fara milllum annað at:Læra at eyðkenna ymiskar átbærar ókrútsplantur‘Lúka’ í veltunum og taka fongin heimviðMatgerða við ókrútinum, og gera okkum ein lekran lunsj burturúr summum av tí góða vit hava funnið… og so fara vit sjálvandi at práta eitt sindur um hvat fyri aðrar ‘gávur’ sumt av ókrútinum kann geva okkum - tú kanst millum annað av ókrútinum sum veksur í garinum, skilja moldina betur, og hvat hon kanska hevu brúk fyri, um tú vilt velta grønmeti. Og sumt ókrút hevur verið brúkt í natúrmedisini, og, og, og… og alt hetta fara vit at hoyra meia um á hesi leygardagsverkstovuni.Undirvísari: Tjóðhild PaturssonLes meira á www.moldmentan.fo

Deil tiltakið

Et ókrút! 17. juli

Fyriskipari

Mat- & Moldmentanarháskúlin
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
787200
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/