G!ÓGV

Dagur:
Leygardag 8. mai 18-02
Staður:
Uttanfyri Gjáargarð

KEYP

Í náttúruvakra umhvørvinum við Gjógv, fer Gjáargarður at vera karmur um eitt serliga hugnaligt konsertkvøld leygarkvøldið 8. mai.

Á skránni verða Hallur Joensen, Marius Ziska, Robert McBirnie, Kim Hansen og føroyski balkan bólkurin Flytifólk.

Konsertirnar verða uttan fyri Gjáargarð, har høvið er at keypa okkurt til matna, ið eisini kann njótast í Roykstovuni. Á matstovuni á Gjáargarði verður bjóðað ein serlig matskrá til gistandi gestir.

Uttandura konsertirnar enda á miðnátt, men veitslan heldur fram til klokkan 2, har Kim Hansen fer at undirhalda við tónleiki í roykstovuni á ovastu hædd á Gjáargarði.

Tónleikatiltakið byrjar kl. 18 og endar kl. 2.

Um tú ynskir at njóta eitt hugnaligt kvøld ella vikuskifti við Gjógv, so hevur Gjáargarður samansett ein serligan pakka, ið inniheldur mat, gisting og konsertir. Meira fæst at vita um tiltakið á www.gjaargarður.fo

Deil tiltakið

G!ÓGV

Fyriskipari

Gjáargarður
Dalavegur 20
FO-476 Gjógv
+298 423171
[email protected]
www.gjaargardur.fo