Konsert við Mirja Klippel

Dagur:
Fríggjadag 27. august 2021 20:00
Staður:

KEYP

Við stórari rødd, einum inniligum klanguniversi og frálíkum evnum til at skriva sangir, ið knýta bond til djúpar persónligar lívsroyndir við myndum úr norðurlendskari náttúru, hevur finski sangskrivarin, sangarin og multi-instrumentalisturin Mirja Klippel markerað seg sum eitt serstakt talent á alternativa fólkatónleikarapallinum. Longu við síni fyrstu EP, Lift Your Lion (2016), vann Mirja Klippel, sum býr í Keypmannahavn, eina Danish Music Award Folk sum ársins sangskrivari. Síðan hevur hon ferðast nógv og víða, bæði í Evropa, Ruslandi og í Norðurlondum, eins og hon í 2018 gav út nógv róstu útgávuna River of Silver. Við hennara nýggjastu útgávu, Slow Coming Alive, leggur hon enn einaferð afturat sínum fjølbroytta alternativa og poetiska fólkatónleiki, og heldur fram við at víðka mørkini í sangskriving sínari. Við Alex Jønsson við sína lið tekur hon áhoyraran við inn í eitt organiskt og atmosferiskt univers, har persónligu lívsroyndirnar lata upp fyri psykologiskum dýpdum, og har intim rúm ganga hond í hond við rá og vill landsløg."Mirja Klippel kan ikke anbefales varmt nok!” – Diskant (DANMARK)“...a folk diamond for filigree-pop-audiophiles” – Glitterhouse (TYSKLAND)“I tried to find a way to compare her to another artist, but simply couldn't. There was only Mirja Klippel.” – Postimees (ESTLAND)

Deil tiltakið

Konsert við Mirja Klippel

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
221328
[email protected]
www.loksholl.fo