Master Class við David Asher: Lær at gera ost

Dagur:
16.-20. mars 2021
Staður:

David Asher verður róptur ‘the Black Sheep of Cheesemaking’. Hann hevur nógvar spennandi og nýhugsandi tankar um at gera ost - sum kanska ikki eru so nýhugsandi allíkavæl, tí teir byggja uppá aldargamla traditión og vitan. David er millum teir fremstu ostamakararnar - møguliga hin fremsti - sum arbeiða við natúrligari súrnan og búnan av ostum. Skeiðið er ætla øllum sum eru forvitin uppá ost, og serliga øllum okkum, sum eru forvitin uppá at gera ost uppá ein máta, sum er rættaður at heimakøkinum og/ella smáum framleiðslum. David Asher er canadiumaður og undirvísingin verður á enskum. Venjingarnar vera tó á føroyskum.David Asher undirvísur yvir internetið. Undirvísingin er bæði teoretisk og praktisk. Í praktiska partinum fylgja vit við heima av Sandi, og brúka føroysku mjólkina at gera okkara egnu ostar. Tjóðhild Patursson stendur fyri praktisku venjingunum sum vit gera í felag.
Les meira her.

Deil tiltakið

Master Class við David Asher: Lær at gera ost

Fyriskipari

Mat- & Moldmentanarháskúlin
Mørkin Mikla 5
210 Sandur
787300
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/