Bárður á Lakjuni í Mentanarhúsinum

Dagur:
Leygardag 31. oktober 2020 20:00
Staður:

KEYP

Leygarkvøldið 31. oktobur kl 20 verður útgávukonsert við Bárði á Lakjuni í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Fyrr í ár gav Bárður út fløgu og bókling við yrkingum undir heitinum ”Lívsins dansur”, og tað eru fyrst og fremst sangirnir á hesi útgávuni, sum verða framførdir.Á konsertini fer Bárður sjálvsagt at framføra sangirnar, ið havi verið nógv at hoyra í loftmiðlunum – eitt nú ”Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur” og ”Fóður hevur fylgjur”. Umframt hini løgini á nýggju úgávuni, verður eisini annað tilfar hjá Bárði at hoyra – bæði sangir og upplestrar. Nakrir av dugnaligastu tónleikarum okkara fara at framføra saman við Bárði, og málningar hjá Sámali Toftanes, ið myndprýða bóklingin, verða eisini sýndir fram. Til ber sjálvsagt eisini at ogna sær útgávuna hetta kvøldið. Útgávan, Lívsins dansur, er annars vovin saman við trimum træðrum, ið eru tekstir, tónar og myndir. Talan er um bókling við sekstan tekstum, harav meginparturin eru nýggir tekstir, meðan nakrir eru útgivnir áður á øðrum tónleikaútgávum. Leirvíksmálarin, Sámal Toftanes, myndprýddi bóklingin, og fløga við níggju skeringum er eisini knýtt at útgávuni – sjey sangir og tveir upplestrar. Niclas Johannesen framleiddi tónleikaliga partin.

Deil tiltakið

Bárður á Lakjuni í Mentanarhúsinum

Fyriskipari

Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
www.mh.fo