Sprittfisk - filmskapping hjá Klippfiski 1.-8. juli

Dagur:
1.-8. juli 2020
Staður:
Tiltakið verður á netinum

KEYP

​Nú hava allir føroyingar møguleikan at luttaka í filmskappingini SprittFisk. Høvuðsvinningurin er 10.000 kr.!

Kappingin er fyri allar føroyingar í øllum aldri. Av at tí at kappingin verður fyriskipað á netinum, eru føroyskir útisetar eisini vælkomnir við.

Filmskappingin verður 1.-8. juli. Evnið fyri kappingina verður avdúkað mikumorgun 1. juli. Eina viku seinni skal filmurin latast inn umvegis netið. Longdin á filminum skal vera ímillum 3-7 minuttir. Tað er loyvi at brúka alla filmsútgerð - bæði framkomin kamera og fartelefon. Kappingin er fyri øll - roynd sum óroynd, ung sum eldri.

Í sambandi við kappingina verður eisini skipað fyri undirvísing umvegis netið, har luttakarar fáa høvi at læra um evni sum hugskotsmenning, leikstjórn, framleiðslu, klipping v.m. Á skránni verða heili 15 netfyrilestrar, sonevnd "webinars", har fremstu filmsfólkini í Føroyum fara at undirvísa. Undirvísingin er eitt tilboð til allar luttakarar, sum frítt kunnu velja netfyrilestrar til og frá. Tað ber sostatt væl til at luttaka í filmskappingini uttan at vera við til undirvísing.

Tilmeldingarfreist er 28. juni. Luttakaragjaldið er kr. 200 fyri hvønn luttakara

Deil tiltakið

Sprittfisk - filmskapping hjá Klippfiski 1.-8. juli

Fyriskipari

Klippfisk
Vestara Bryggja 15, 3. hædd
100 Tórshavn
222325
klippfisk@klippfisk.fo
www.klippfisk.fo